top of page
Telefon 51 15 45
SALONG FRÍÐGERÐ
hárfríðkari síðani 1982
Á Niðaru Gøtu 52 í Hoyvík standa eini hvít raðhús, við eini frisørsalong í kjallarahæddini. Salongin eitur Salong Fríðgerð, sum hevur verið virkin á Niðaru Gøtu síðani 2006, og her arbeiði eg.
Eg byrjaði í læru í Fríðkuni í 1982, og lærdi og arbeiddi har til 1989. Longu í míni lærutíð byrjaði eg at arbeiða við parykkum. í 1989 flutti eg til Australia at arbeiða sum frisør í eitt ár. Síðani flutti eg til Danmarkar har eg opnaði mína egnu salong.
Í 2001 flutti eg heim aftur til Føroyar har eg arbeiddi sum frisør niðri býnum, inntil eg í ár 2006 partvíst arbeiddi á Niðaru Gøtu og niðri í býnum, sum endaði við at eg í august 2007 flutti alt virksemi niðan í húsini í Niðaru Gøtu 52.
Um salongina: About
bottom of page