TÍ MISSA VIT HÁRIÐ
Alopecia
Alopecia er tað medisinska heitið fyri plettskalla. Tað eru ymisk sløg av alopecia, so sum alopecia areata.
Tað er ein støða, sum ger, at hárið dettur av. Tað er ein autoimmun sjúka, tvs. at imunverjan áloypir kroppin, og í hesum føri er tað harrótina. Tá hetta hendir, byrjar hárið at detta av, ofta í størri ella minni plettum. Tað kunna vera nakrir fáir plettir, eins og tað kunna vera nógvir plettir, ið endar í at ein gerst heilt skallutur.
Í sjáldsomum førum, missur ein alt hárið av høvdinum (alopecia areata totalis) ella á øllum kroppinum (alopecia areata universalis).
Ein kann ikki spáa um, hvør fær alopecia og ikki, men møguleikin at fáa alopecia gerst størri um hetta liggur til familjuna. Man meinar at alopecia er oftari millum fólk, har familjan hevur autoimmunar sjúkur, so sum diabetis, lupus ella sjúkur í skjaldkertilinum.
Umleið 60% av fólkunum, ið fáa alopecia, vísa fyrstu teknini seg áðrenn 20 árs aldurin. Menn og kvinnur eru líka ofta rakt í yngri aldri, men seinni í lívinum eru kvinnur heldur oftari raktar enn menn.
Alopecia smittar ikki.