top of page

PARYKKAR
Parykkar fáast so at siga í alskins longdum og litum, krylluttir ella slættir. Eg liggi inni við eini goymslu av parykkum, og av teirri orsøk er tað møguligt hjá tær at royna parykkarnar. Goymslan fevnir um alt frá maskinframleiddum parykkum til hondgjørdar parykkar. Støddin fevnir um alt frá XS-XL.
Parykkar: Service
Parykkkar úr ektaðum hári og fibur
Hjá Salong Fríðgerð eru parykkar í alskins góðsku og sniðum. Eg havi hópin av parykkum á goymslu, báði úr fibur og úr ektaðum hári. Parykkar finnast í fleiri ymsum sniðum, litum, longdum og hársniði, sum lættliga kunna klippast til, soleiðis at parykkurin passar júst til tín. Møguleiki er at royna ymsar parykkar.
Parykkar: Welcome
Sniðgev tín egna parykk
Eg havi meiri enn 25 ár av royndum við parykkum. Eg kann gera tær ein sergjørdan parykk eftir máti og høvdaformi, somuleiðis finna lit, refleksir, krúllut/slatt, stutt/langt - alt eftir tínum tørvi. Parykkar kunna vera gjørdir av heilparykki, toupe ella minni hárdeilum - júst eftir tínum tørvi. Um tú brúkar parykk dagliga, er alneyðugt at hann situr væl á høvdinum.
Parykkar: Welcome
Trygg tilvera
Tá tú roynir parykkar hjá Salong Fríðgerð, gongur tað fyri seg í einrúmi. Her fær tú møguleikan fyri at royna ymsar parykkar - og turrikløð. Eg taki mær góða tíð til tín, og tú hevur sjálvandi eisini møguleika fyri at taka ein av tínum góðu við tær, sum stuðla tær í valinum.
Parykkar: Welcome

PARYKK SKRÁIR, KVINNUR
Trýst fyri at taka niður
Parykkar: Files
STIMULATE PARYKKATALOG DAME2016 - SALONG FRÍÐGERÐ
PARYKKATALOG BM FIBER2017 - SALONG FRÍÐGERÐ
BERGMANN LADYLINE PARYKKATALOG 2016 - SALONG FRÍÐGERÐ
PARYKKATALOG BERGMANN LADYLINEADDITIONALS 2017 - SALONG FRÍÐGERÐ
BELLEMADAME PARYKKATALOGNEWS 2017 - SALONG FRÍÐGERÐ
PARYKKATALOG AEGTEHAAR 2017 - SALONG FRÍÐGERÐ
ELITE PARYKKATALOG 2018 - SALONG FRÍÐGERÐ

PARYKK SRKÁIR, MENN
Trýst fyri at taka niður
Parykkar: Files
bottom of page