top of page
Telefon 51 15 45 / 31 15 45
SOLEIÐIS KANN EG HJÁLPA
PARYKKAR
Parykkar fáast so at siga í alskins longdum og litum, krylluttir ella slættir. Eg liggi inni við eini goymslu av parykkum, og av teirri orsøk er tað møguligt hjá tær at royna parykkarnar. Goymslan fevnir um alt frá maskinframleiddum parykkum til hondgjørdar parykkar. Støddin fevnir um alt frá XS-XL.


HÁR ALT LÍVIÐ
Líður tú av hártapi eftir brandsár, skurðviðgerð, stráluviðgerð ella er tú plettskallut (alopecia)? Hár alt lívið er tann best hóskandi hárloysnin til tann, ið ynskir at viga upp ímóti tí varandi hártapinum á tann mest liðiliga, trygga og sanna háttin.
TOUPÉ
Salong Fríðgerð bjóðar tær eina hárloysn, ið er tann tættasta tú kemur uppá at hava egið hár. Tað finnast tíanverri nógvir fordómar um toupeir. Summi halda eina toupe vera ein leysur tottur, ið fýkur við vindinum.
Hetta eru bara gamlir fordómar.


TURRIKLÆÐ
Hevur tú mist hárið eftir kemo, opratión ella av alopecia? Ansa eftir hárbotninum - hann hevur brúk fyri verju frá sól og kulda.
Soleiðis kann eg hjálpa: Service
bottom of page